Seinasta umfar verður leygardagin

Nú er greitt nær FM vinnarin verður funnin

Leygardagin 22. oktober er seinasta umfar í Effo-deildini á skránni. Allir dystirnir byrja klokkan 14.00.

 

Spenningurin í toppinum í Effo-deildini heldur sær til seinasta umfar. Spurningurin um, hvør skal avstað við FM-steypinum verður avgjørdur komandi leygardag, og tá klokkan fer at nærkast fýra, er allarhelst greitt, hvør verður føroyameistari 2016.

 

Størst spenningurin verður uttan iva í dystunum á Argjum, har AB tekur ímóti Víkingi, og í Fuglafirði, har ÍF og KÍ møtast. Rás2 sigur frá báðum dystunum. Rás2 byrjar at senda longu klokkan 12.30.

 

Undan seinasta umfari hevur Víkingur 58 stig, meðan klaksvíkingar hava 57 stig.

 

Dystirnir í 27. umfari eru hesir:

AB – Víkingur Beinleiðis á Rás2

ÍF – KÍ Beinleiðis á Rás2

B68 - NSÍ

B36 - TB

Skála - HB