Seinasta standmyndin av Lenin beind burtur

Myndugleikarnir í Mongolia hava nú tikið ta seinastu standmyndina av Lenin í høvuðsstaðnum Ulan Bator niður, og harvið er tað seinasta sjónliga minnið um landsins fortíð sum partur av Sovjetsamveldinum beint burtur.

Tá standmyndin varð tikin niður í gjár, segði borgarstjórin í Ulan Bator, Bat-Uul Erdene, at Lenin var ein drápsmaður. Hann legði afturat, at umleið 100 milliónir fólk doyðu tey árini, kommunisman ráddi. Sambært tíðindastovunum tveittu fólk gamlar skógar eftir standmyndini, tá ein lastbilur fór við henni.

Mongolia sleit sambendið við Sovjetsamveldið í 1990.