Seinasta skotið í Dalstunlinum verður hósdagin

Hósdagin 9. november verður seinasta skotið latið av í Dalstunlinum.

Í hesum sambandi skipar Landsverk fyri almennari hátíðarløtu við tunnilsmunnan í Dali kl. 15:00. Messingkvintettin K.Ó.J.A.K. spælir til hátíðarløtuna. Tað skrivar Landsverk í kvøld.

 

Tað verður Sigurd L. Lamhauge, stjóri á Landsverki, sum fer at bjóða vælkomin. Síðani verður tað Dennis Holm, landstýrismaður í fiski- og samferðslumálum, sum fær orðið. Aftan á hann fer Símin Hannus Johannesen, varaborgarstjóri í Húsvíkar kommunu, eisini at bera fram eina heilsan.

 

Tá røðurnar eru hildnar, fer Annfin Johannesen at trýsta á knøttin at skjóta seinasta skotið. Anfinn, sum er dalbingur, starvaðist sum maskinførari hjá Landsverki í góð 40 ár í tíðarskeiðinum 1973 - 2013. Ein av hansara uppgávum hesi árini var at halda bratta vegin til Dals opnan fyri kava.

 

Eftir at skotið er ígjøgnum, bjóðar Landsverk til kaffi og køku í gamla skúlanum í Dali. Øll eru vælkomin.

 

Fakta um Dalstunnilin:

 

Talan er um ein 2.200 metrar langan og 8 metrar breiðan tunnil. Umframt hetta skulu eisini gerast 150 metrar av vegi Húsavíkarmegin, og 100 metrar av vegi Dalsmegin. Síðan skulu umleið 2.500 metrar av vegi afturat breiðkast.