Leingi hevur løgreglan vitað, at seinasta lívstekin til norsku ríkmanskonuna, Anne-Elisabeth Hagen, var hin 31. oktober í 2018 klokkan 09.14. Tá hevði hon sína seinastu telefonsamrøðu, og sagt hevur verið, at hon tá snakkaði við onkran í familjuni. Tað hevur tó ongantíð verið frammi, hvønn hon snakkaði við hesa seinastu ferð.
Í morgun veit VG at siga, at Anne-Elisabeth Hagen henda morgunin ringdi til sonin og snakkaði við hann um løn, barnaansing og halloween. Síðan hoyrdist einki aftur til hennara, og eingin hevur sæð ella hoyrt nakað til konuna í næstan 20 mánaðir. Her hevur ikki verið eitt einasta lívstekin síðan.
Eingin veit tískil, um Anne-Elisabeth Hagen er livandi ella deyð.
Norska løgreglan, sum hevur arbeitt við málinum alla hesa tíð, hevur skuldsett mannin og miljarderin, Tom Hagen, fyri dráp ella viðvirkan til dráp av konu síni. Greitt er tó, at maðurin var til arbeiðis henda seinasta dag í oktober í 2018, tá kona hansara hvarv úr heiminum í Lørenskog.
Hjúnini eiga trý børn, og tað var sonin, hon ringdi til henda morgunin. Samrøðan vardi í 92 sekund. Løgreglan, sum hevur kannað hesa samrøðu gjølliga, heldur, at hon stutt eftir telefonsamrøðuna var fyri einari kriminellari brotsgerð. Men, tóktist nú alt sum vanligt við Anne-Elisabeth Hagen henda morgunin, og var nakar annar í húsum hennara hesa løtu?
Hetta eru spurningar, sum løgreglan hevur sett sær.
VG veit í morgun at siga, at sonurin í fleiri avhoyringum hevur greitt løgregluni frá hesi seinastu samrøðuni við mammuna. Sambært heimasíðuni hevur hann sagt løgregluni, at hann vaknaði av telefonini, tá mamman ringdi. Hann hevði havt eina keðiliga nátt og var tí ikki serliga prátingarsamur, skal hann eisini hava sagt.
- Undir teimum báðum fyrstu avhoyringunum var sonurin ógreiður um tað, sum hann og mamman høvdu snakkað um. Hann hevur sagt seg vera keddan um, at hann var súrur og flenti, tá tað seinni skuldi vísa seg, at hetta var seinasta samrøðan, hann hevði við mammu sína.
VG veit at siga, at tíggju dagar eftir, at Anne-Elisabeth Hagen var horvin, var hann aftur til avhoyringar. Tá segði hann, at hann og mamman høvdu snakkað um lønútgjaldingar, og at tað var halloween. Haraftrat snúði partur av samrøðuni seg um, at mamman skuldi ansa børnunum hjá honum seinni um dagin.
Um hetta mundið, tá Anne-Elisabeth Hagen hvarv, var sonurin í starvi hjá pápanum, og teir arbeiddu báðir í sama bygningi í Lørenskog. Orsøkin til, at tey bæði høvdu snakkað um løn, var, at mamman fyrr um morgunin eisini hevði snakkað við eitt starvsfólk í fyritøkuni, sum hevur ábyrgd av lønarflytingum, sum skuldu flytast henda dagin.
Løgreglan heldur, at Anne-Elisabeth Hagen var aktiv í telefonsamrøðunum henda morgunin, tí í báðum førum - eisini í samrøðuni, áðrenn hon ringdi til sonin - var lønarflyting evnið í samrøðunum.
Stuðulsadvokaturin hjá Hagen-børnunum, Ståle Kihle, sigur, at hann hevur upplýst sonin hjá Hagen-hjúnunum um, at VG fór at skriva, at seinasta samrøðan henda morgunin var millum hann og mammuna. - Men, sonurin hevur onga viðmerking til hetta, sigur stuðulsadvokaturin við VG.
Heimasíðan leggur aftrat, at telefonsamrøðan millum Anne-Elisabeth Hagen og sonin klokkan 09.14 hin 31. oktober í 2018 var seinna samrøðan hjá henni henda morgunin. Klokkan 08.45 snakkaði hon sum nevnt eisini við eitt starvsfólk á arbeiðsplássinum hjá manninum, og henda samrøðan vardi í smáar 10 minuttir.
Starvsfólkið hevur sambært VG fortalt fyri løgregluni, at alt tóktist sum vanligt við Anne-Elisabeth Hagen henda morgunin. Alt tóktist at vera í lagi, og viðkomandi starvsfólk helt seg hoyra Tom Hagen aftan fyri, meðan tey prátaðu.
- Løn, tímatalva og leikurin "The Book of Mormon", sum hjúnini høvdu verið til kvøldið fyri saman við einum vinapari, var eisini á skránni í samrøðuni um morgunin. Anne-Elisabeth Hagen visti eisini at siga, at hon og Tom Hagen møguliga fóru í smáttuna í Kvitfjell seinni sama dag, veit VG at siga í morgun.
##med2##