Seinasta royndin hjá Vendsyssel

Vendsyssel spælir í dag seinasta venjingardystin áðrenn at kappingin um vikuskiftið byrjar

Meðan Vejle BK og Fremad Amager seinasta vikuskiftið spældu seinasta venjingardystin áðrenn at næstbesta danska deildin um vikuskiftið fer av bakkastokki, spælir Vendsyssel í dag seinasta venjingardystin.

 

Venjingardysturin er móti Jammerbugt FC, sum til dagligt spælir eina deild undir Vendsyssel. Dysturin byrjar klokkan 17:00 føroyska tíð.

 

René Shaki Joensen og Hákun Edmundsson eru við í hópinum hjá Vendsyssel í dag, meðan seinasti føroyingurin, Meinhard E. Olsen, í løtuni situr uttanfyri við skaða sum hann fekk í fyrstu vikuni av uppstartinum.

 

Í Sosialinum sum kemur út seinni í dag, er longri samrøða við allar teir føroysku leikararnar sum spæla í næstbestu donsku deildini. Teir eru Viljormur Davidsen sum spælir við Vejle, René Shaki Joensen, Hákun Edmundsson og Meinhard E. Olsen, sum spæla fyri Vendsyssel FF, og so eisini Heina Vatnsdal og Bárður J. Hansen sum spæla við Fremad Amager.