Seinasta royndin at finna semju

Í kvøld gevast semingsmenninir við royndini at fáa semju um yvirmenninar hjá Strandferðsluni

 

- Hetta er okkara allarseinasta roynd at finna semju.

Tað staðfestir Terje Sigurðsson

Og taðm hann sipar til er, at nú verður ein allar seinasta roynd gjørd at finna semju í trætuni ímillum Skipara- og Navigatørfelagið og Maskinmeistarafelagið, øðrumegin, og Fíggjarmálaráðið hinumvegin, um nýggjan sáttmála fyri yvirmenninir hjá Strandferðsluni.

 

Hann sigur, at í hesum umfari byrjaði semingsroyndin í gjár og hon heldur fram í allan dag.

 

Men Terje Sigurðsson hann staðfestir samstundis, at verður ongin semja funnin í kvøld, kasta semingsmenninir frá sær og gevast við royndunum at finna semju.

 

- Í kvøld verður púra greitt um vit leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar, ella um vit gevast heilt við royndunum at finna semju, sigur Terje Sigurðsson.

 

Men hann viðgongur, at enn sær tað ógvuliga svart út.

 

Í morgin eru tvær vikur, síðani semingsmenninir vórðu boðsendir og enn hava partarnir ikki flutt seg ein tumma, staðfestir Terje Sigurðsson.

 

Hann sigur, at semingsmenninir hava roynt nógvar ymsar loysnir, og hava lagt nógv modell fyri partarnar í eini roynd at finna semju, men hvørgin parturin hevur verið til at vika.

 

Høvuðstrupulleikin er at nýggjar reglar føra við sær, at manningin skal hava longri hvílitíð, ella styttri arbeiðstíð.

 

Sum tað hevur verið, hava manningarnar skula havt 70 tíma hvíld um vikuna, men nú skulu teir hava hvíld í 78 tímar.

 

Hetta eru altjóða reglar og tí hava manningarfeløgini kravt, at tað verður sett í verk, uttan at yvirmenninir missa løn.

 

Partarnir siga ikki nógv ímeðan samráðst verður, men Snorri Fjallsbak, leiðari á Lønardeildini hjá Fíggjarmálaráðnum, hevur áður sagt við okkum, at skal manningin arbeiða minni, má hon eisini fáa minni í løn, tí tað svitast ikki, at arbeiðstíð og løn fylgjast at. 

 

Gevast semingsmenninir er sáttmálaloysi og so kann Strandferðslan verða løgd hvørja løtu.