Seingsmenninir hava kallað almennu fakfeløgini og Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið saman til fundar í dag at gera eina seinastu roynd at finna semju. Samráðingarnar byrja klokkan 17 í dag og halda fram til tað røkkur ella støkkur.
Hvussu leingi tað varðar, er heilt ómøguligt at siga.
Terje Sigurðsson, sigur, at hann, og hin semingsmaðurin, Hákun Steingrímsson, hava verið í sambandi við partarnar um vikuskiftið.
Men hann viðgongur, at støðan er ikki broytt.
- Tað er ikki tí at vit hava fingið so nógv nýtt at arbeiða við, at vit gera eina semingsoynd afturat, sigur hann.
Men hann sigur royndirnar at finna semju og sostatt sleppa undan arbeiðssteðgi, skal so ikki stranda upp á semingsmenninar og tí gera teir eina roynd afturat.
So fer tíðin at vísa um samráðingarnar í kvøld flyta partarnar so mikið, at tað loysir seg at leggja eitt semingsuppskot fyri partarnar.
Semingsmenninir hava áður útsett eitt møguligt verkfall, ella verkbann, til á midnátt í kvøld, men so leingi partarnir eru saman, verður eingin arbeiðssteðgur.
Og Terje Sigurðsson væntar ikki, at hendan seinasta semingsroyndin verður liðug á midnátt í kvøld.
Slitnar semingsroyndin, fara eini 7000 alment lønt starvsfólk í verkfall ella verkbann og tey eru limir í Starvsmannafelagnum, Lærarafelagnum, Pedagogfelagnum, felagnum fyri sjúkrarøktarfrøðingar og Havnar Arbeiðskvinnufelag.
Tað hevur staðiði í botni ímillum partarnar. Fakfeløgini hava treytaleyst kravt lønarhækking, men Fíggjarmálaráðið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava líka treytaleyst tvíhildið um eina null loysn.










