Seinasta árið á Krossinum

Sumba: Í ár verður helst seinasta árið, at fótbóltur fer at verða leiktur á gamla sandvøllinum á Krossinum, omanvert bygdina.

Tað var longu í januar mánaði í fjør, at Kappingarnevndin hjá Fótbóltssambandinum tók avgerð um, at hetta var seinasta árið at loyvt varð at spæla á teim gomlu sandvallunum kring landið.

FC Suðuroy fekk tók undantaksloyvi at spæla dystir innan barnafótbóltin her í ár. Men roknast kann neyvan við, at vøllurin verður brúktur til fótbólt næsta ár.