Beint fyri evstamark á blaðnum í gjár lat litaviska fótbóltssambandið frætta frá sær.
FSF-skrivstovan vendi sær til europeisku fótbóltssamgonguna UEFA fyri at fáa teir at koyra undir litavar, og tað gav úrslit.
Í gjár kom telefax frá litavum, har teir boðaðu frá, at teir koma í Vágarnar við leiguflogari í dag klokkan 13.30, og teir ætla sær avstað aftur beinanvegin eftir dystin mikudagin.
17 spælarar eru við í litaviska hópinum, sum skal halda til á Hotel Føroyum í Havn.