Seinasta nýggja: Goldbæk til Chelsea

Fótbóltur: Chelsea hevur keypt Bjarne Goldbæk frá FC Keypmannahavn

Beint áðrenn blaðið hjá okkum fór til prentingar, visti frálíka tekstvarpið hjá BBC at siga, at Chelsea hevur keypt Bjarne Goldbæk frá FC Keypmannahavn.

Hetta kemur rættiliga óvæntað í kjalarvørrinum av øllum tosinum, ið hevur verið um Brian Laudrup, sum júst er farin hinvegin ? frá Chelsea til FC Keypmannahavn.

Bjarne Goldbæk skeyt málið hjá FCK, tá teir fingu javnleik móti Chelsea í fyrra dystinum í Europa Cup-kappingini fyri steypavinnarar, og tað hevur fyrr verið upp á tal, at hann skuldi til Onglands. Eftir hvat skilst, hevur skiftið hjá Goldbæk einki við skiftið hjá Laudrup at gera. Tað er ikki talan um ein býtishandil millum tey bæði feløgini.

BBC visti ikki at siga, hvussu nógv FCK hevur fingið fyri Bjarne Goldbæk, sum saman við málmanninum Michael Steensgaard var besti maður hjá FCK í returdystinum móti Chelsea í síðstu viku.

Tað verður ivaleyst torført hjá Bjarne Goldbæk at fáa pláss á stjørnusetta liðnum hjá Chelsea, har hann skal kappast um miðvallarplássið móti so frægum monnum sum Gianfranco Zola, Roberto di Matteo og øðrum.