Konsertin verður á Fatter Eskil í Skolegade 25 í Århus. Hetta er tó ikki, tað seinasta vit hoyra frá Divided Minds, ið gevur eina stakfløgu út í næstum. Hetta er sambært Mariu ein seinasta heilsan frá bólkinum.
Divided Minds góvu einastu fløguna hjá bólkinum út í 2004. Fløgan The Last Night var spæld eitt sindur í donskum útvarpi, men gjørdist ikki veruliga eitt hitt.
Maria Guttesen er farin at spæla sum einstaklingur aftur og situr nú sjálv handan klaverið og framførir egin løg, ið Lene Drachmann hevur gjørt orð til.
Á heimasíðuni www.mariaguttesen.dk ber til at fáa meira at vita um soloætlaninar hjá føroysku sangarinnuni. Umframt at hoyra nýggj løg hjá henni.