Seinasta bygdin í Suðuroy fær nú ljóstrevjakaðal

Um stutta tíð hava eisini sandvíkingar líka gott internet sum onnur í landinum

Saman við SEV og Landsverki, er Føroya Tele nú í holt við at grava kaðalar til Sandvíkar.

 

Grivið er úr Hvalba, ígjøgnum tunnilin og í løtuni verður grivið úr tunlinum oman í bygdina.

 

Fróði Mortensen á Føroya Tele í Suðuroy, sigur, at endamálið er at leggja ljóstrevjakaðal til bygdina, so at eisini sandvíkingar fáa líka gott internet, sum tey hava í landinum annars.

 

Sostatt verður fjarskiftissambandið til Sandvíkar eisini framtíðartryggjað, so at tøkniliga er eingin forðing fyri at bøta um bøta um fjarskiftið, so hvørt tað mennist.

 

Fróði Mortensen sigur, at sostatt hevur seinasta bygdin í Suðuroy fingið ljóstrevjakaðal.

 

Hann dugir ikki akkurát at siga, nær tað verður liðugt, men hann væntar at tað verður einaferð rundan um ársskiftið.

 

Tá ið sambandið er knýtt, er eisini ætlanin, at sandvíkingar skulu kunna síggja Televarpið í bygdini og samstundis er ætlanin at seta mastur upp, so at fartelefonin hoyrist í tunlinum.