Seglskip í Hoyvík

De stolte skutene eitur málningaframsýning, sum letur upp í framsýningarhølunum hjá Føroya Fornminnissavni í dag. Sýndir verða málningar av gomlum, norskum seglskipum

Gomlu seglskipini er við at koma aftur til heiður og æru.

Ikki soleiðis at skilja, at tey aftur fara at pløga heimshøvini sum í gomlum døgum. Tann tíðin er farin.

Nú er tað á ymsum veggjum víða um í heimi, at tey síggjast. Ikki bara á reiðaraskrivstovum og siglifeløgum. Men eisini heima hjá vanligum fólki er tað vorðið alsamt vanligari at síggja málningar av gomlum seglskipum á vegginum.

Eisini aðrastaðni eru tey vorðin heilt vanlig. Á matstovum, kaféum, skrivstovum og í vanligum handlum síggja vit tey. Og hóast hesir málningarnir mangan hava verið hildnir at havt minni virði, enn aðrir mætir málningar, síggjast teir aftur og aftur.

Klokkan 15 seinnapartin letur ein ferðaframsýning við 23 seglskipsmálningum upp í framsýningarhølunum í Brekkutúni 6 í Hoyvík.

Tað er Stavanger Sjøfartsmuseum, sum eigur teir 23 málningarnar, sum verða at síggja á framsýningini.

Í samband við, at latið verður upp, heldur Harald Hamre, leiðari á Stavanger Sjøfartsmuseum, fyrilestur við ljóðmyndum, har hann lýsir skipamálningar sum list og søgukeldu.