Seglbátaárið í Vági er byrjað

Í gjár og í dag hava 4 seglbátar ligið við bryggju í Vági.

 

Hetta er tíðin, tá ein so smátt byrjar at síggja seglbátar kring oyggjarnar.

 

Fyrr í vikuni skrivaði vagur.fo millum annað soleiðis:

 

Hvørt ár leita nógvir seglbátar til Vágs og í ár er onki undantak. 11. mai kom fyrsti seglbáturin á Vág. Vágur er fyrsta havnin í Føroyum hjá hesum seglbátum, tá teir koma sunnanífrá. Og nógvir bátar gera av at leggja leiðina á Vág. Í Vági rindar manningin møðina og planleggur ferðina víðari norðureftir. Manningin plagar eisini at nýta høvið at uppliva tað, Vágur hevur at bjóða ferðandi, umframt at bunkra olju og proviant. 

 

Í fjør komu gott 30 segbátar á Vág, skrivar vagur.fo millum annað.

 

Myndirnar báðar eru tiknar í dag.

 

##med2##