Segði nei við fleiri feløg

Ancelotti kundi eisini blíva italskur landsliðsvenjari, men valdi at taka við í italskum felagi.

Hann hevur verið venjari í evropeiskum stórfeløgum so sum Chelsea, Paris Saint-Germain, Real Madrid og Bayern München, og nú tekur 58 ára gamli Carlo Ancelotti enn eitt tørn sum venjari – hesaferð í heimlandinum, Italia.


Carlo Ancelotti skrivaði nevniliga í gjár undir trý ára sáttmála við Napoli, sum – hóast eitt 2. pláss í Seriu A í ár – valdi at skilja seg av við venjaran, Maurizio Sarri, og at ístaðin seta Carlo Ancelotti í starvið.


Carlo Ancelotti avdúkar, at hann hevði ríkiligt av tilboðum áðrenn hann valdi at taka við sum Napoli-venjari. Hann avdúkar eisini, at hann valdi at siga nei takk til eitt tilboð um at gerast italskur landsliðsvenjari.


- Eftir at hava umhugsað tilboð frá bæði evropeiskum og asiatiskum feløgum, eins væl og frá italska fótbóltssambandinum, hevur venjarin valt Napoli. Ein avbjóðing, ið er ógvuliga spennandi, stendur á lesa á heimasíðuni hjá Ancelotti.


- Eg eri fegin um at sleppa heimaftur til heimland mítt og venja eitt av størstu feløgunum í deildini, sigur Ancelotti við heimasíðuna.


Italia, sum ikki megnaði at spæla seg í HM-endaspælið í summar, hevur funnið sín nýggja landsliðsvenjara fyri 10 døgum síðani. Talan er um fyrrverandi Manchester City-venjaran, Roberto Mancini.