Seebach við nýggjari fløgu

Tann 4. november gevur Rasmus Seebach út nýggja fløgu. Talan er um ta triðju fløguna hjá danska poppsangaranum.

 

Fyrsta fløgan hjá Rasmus Seebach kom út í september 2009, og fyri tveimum árum síðani var hann til reiðar við enn eini útgávu. Og nú hevur hann kunngjørt, at tann triðja fløgan er ávegis.

 

Í einum tíðindaskrivi sigur 33 ára gamli Rasmus Seebach at nýggja fløgan inniheldur tekstir, sum lýsa tað lívið, hann hevur livað seinastu tvey árini.

 

- Nú í heyst eru tvey ár liðin, síðani eg gav út seinastu fløguna, so eg gleði meg til endiliga at kunna koma við nógvum nýggjum sangum, fortelur Rasmus Seebach.

 

Sjálvur sigur hann, at nógv spennandi er hent síðani útgávuna í 2011.

 

- Hesi tvey árini hevur lívið bjóða mær nógvar góðar upplivingar, og eg havi upp á fleiri mátar broytt og ment meg sum persón. Tað verður avgjørt nakað, sum fólk fara at hoyra, tá tey lurta eftir fløguni, sigur Rasmus Seebach.