Seebach hittar í USA

Rasms Seebach, sum fleiri ferðir hevur vitjað í Føroyum, er ein glaður maður í hesum døgum. Hesa vikuna toppar hann á amerikanska hitlistanum saman við Lionel Richie.

 

 

Nýggjasta fløgan hjá Lionel Richie "Tuskegee", sum danska poppstjørnan er við á, lá hósdagin nummar eitt á amerikanska hitlistanum.

 

 

Plátan er seld í 129.000 eintøkum og er harvið størsta kommerciella success´in hjá Richie síðani 1986, tá hann streyk ovast inn á hitlistarnar við fløguni "Dancing On The Ceiling".

 

Afturat duettini við Seebach á sanginum "Say You, Say Me", eru eisini aðrir gestasangarar á fløguni so sum Shania Twain, Willie Nelson og Jason Aldean