Seat Leon 1,9 TDi

Tað verður sagt, at nú er líka lítið av Spania í Seat bilunum, sum tað er Wien í einum wienarbreyði. Í dag eigur VW sponsku Seat bilverksmiðjuna við húð og hár. Tað sæst eisini á Seat bilunum, sum í veruleikanum eru VW bilar við sínum egna samleika.

Magnus Gunnarsson


Leon fær gott ummæli

Danska bilblaðið, Bilen Motor & Sport, skrivar í januar útgávuni um Seat Leon: »Komfortabel langtursbil på motorvejen og kompetent kurveknuser på snævre bjergveje. Balancen er fin, og undervognen arbejder perfekt.«

Leon er hatchback útgávan av Seat Toledo, sum eisini er bygdur yvir ein VW Golf plattform. Leon er praktiskur við stórari baklúku, og setrini kunnu leggjast niður. Lætt er at seta seg til rættis, tá tú skalt koyra bilin. Forsetrið kann stillast í hædd, og rættið stillast upp og niður, aftur og fram, eins og ABS bremsur við elektroniskum bremsufordeilara og klimaanlegg er standardútgerð í bilinum.

Seat Leon hevur sjey motorar at velja ímillum, 4 bensin og 3 dieselmotorar. Tað at karrossariíð er fult galvaniserað gevur 12 ára garanti ímóti gjøgnumtering.


Seat Leon 1,9 TDi


Motorurin1.9 l 4 syl.

TDi 90 HK


0-100 km/t12,7 sek


Oljunýtsla19,6 km/l


Stødd

Longd418 cm

Breidd175 cm

Hædd144 cm


Viðførisrúm340 litrar


Søluumboð

P/F Bilasølan

v/ Øssur Johannesen

Vegurin Langi

FO-188 Hoyvík