Seat Ibiza ? smart og sportligt design

Nýggjur Seat Ibiza er komin á marknaðin. Bilurin, ið hevur smart og spennandi design, fæst við bæði bensin og TDI dieselmotorum. Innan teknisku menningina er nýggi Ibiza ein sera framkomin bilur

Við tað at VW konserin nú eigur sponsku Seat verksmiðjuna, eru talan um VW bilar við sjálvstøðugum modellum og búmerkjum. Nýggi Ibiza er bygdur yvir sama plattform sum t.d. Skoda Fabia. Ibiza hevur sjálvstøðugt design, og samlikvaliteturin er heilt í topp. Framkomna undirvognsskipanin, saman við elektrohydraulisku servostýringini, gevur bilinum sportligar koyrieginleikar og eina sera stútta og beinleiðis stýring.
Hópin av eykaútgerð
Ibiza fæst við tveimum bensinmotorum við ávikavist 64 og 75 hk. Diesel motorarnir eru eisini tveir í at velja, báðir eru 1,9 TDI við ávikavist 101 og 130 hk. Ibiza verður gjørdur í útgávum við 3 og 5 hurð-um. Hvat komforti og útgerð viðvíkur eru hesar útgávurnar at velja í: Stella, Sport Signo. Bilurin kann leverast við hópin av eykaútgerð, so sum fartpiloti, klimaanleggi, leðursetrum (bert til Sport Plus), el-sóltaki og Xenon lyktum.

Seat Ibiza 1,4 16V 3/h

Motorurin1,4 litur 4 syl. bensin 75 hk
0-100 km/t13,3 sek.
Bensinnýtsla15,4 km/l (blandað koyring)
Stødd og vekt
Longd395,3 cm
Breidd169,8 cm
Hædd144,1 cm
Eginvekt1075 kg
Prísurkr. 148.000,-

Søluumboð:Bilasølan v.Øssur Johannesen
Vegurin langi
FO-188 Hoyvík
Tel.315354
www.audi-vw.net