Sean Connery upp í politikk

Skotski tjóðskaparflokkurin hevur fingið tann heimskenda filmsleikaran at hjálpa sær í valstríðnum.

Tað er alment kent, at Sean Connery hevur verið limur í skotska tjóðskaparflokkinum í fleiri ár, og at hann javnan hevur stuðla flokkinum fíggjarliga.

Men nú hevur hann eisini játtað at stuðla flokkinum í tí komandi valstríðnum. Flokkurin hevur fingið gamla 007 at lesa ein telefonboðskap inn á band, og roknað verður við, at minst 250.000 skotskir veljarar fara at lurta eftir teirri sermerktu røddini hjá Sean Connery og boðskapi hansara um, at Skotland eigur at taka loysing frá Onglandi.

Formaðurin í tjóðskaparflokkinum, Alex Salmond, sigur við skotskar fjølmiðlar, at flokkurin er sera fegin um samstarvið við tann heimskenda skotan.