Sea Shepherd óynskt í Gøtu og í Leirvík

Tey hava onga virðing fyri føroyingum, sigur borgarstjórin

- Eg havi boðað Sea Shepherd frá, at tey eru ikki vælkomin í Gøtu, ella í Leirvík.

 

Tað sigur Jóhan Christiansen, borgarstjóri í Eysturkommunu.

 

Í summar hava skip hjá Sea Shepherd fleiri ferðir verið í Gøtu og proviantera, bunkra og skift manning. Ofta hevur hetta verið á miðjari nátt.

 

Men í fyrrakvøldið var øðrvísi, tí tá komu tey á Gøtuvág mitt á kvøldi og tá stóð borgarstjórin fyri teimum.

 

Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hvat hann segði við tey.