Sea Shepherd limur fekk bót í Føroya Rætti

Tað var bæði djórapínsla, og brot á grundalógina, tá ið tey royndu at reka springarar í Nólsoyarfirði, til havs

Føroya Rættur hevur í dag dømt ein lim í illa lýdda umhvørvisfelagsskapin, Sea Shepherd, eina bót upp á 5.000 krónur.

 

Jessie Hope Treverton varð ákærd fyri djórapínslu, og fyri at hava brotið grindalógina, tá ið hon var við í eini roynd at reka nakrar springarar í Nólsoyarfirði aftur til havs aftur.

 

 

Les eisini: Sea Shepherd fremur djórapínslu

 

 

Tvey umboð fyri Sea Shepherd vóru møtt í rættinum, Jessie Hope Treverton, sum var skipari á skjóttgangandi Spitfire-bátinum, sum rak springarnar, og Robert Read, sum møtti fyri Sea Shepherd Onglandi, sum eigur bátin.

 

Jessie Hope Treverton noktaði seg sekan, men dómarin í Føroya Rætti tók undir við ákæranum og dømdi hana seka, bæði í djórapínslu, og í at hava brotið grindalógina. Tí varð hon dømd at rinda 5.000 krónur í bót.

 

 

Les eisini: Havi ikki volt springarunum strongd

 

 

Men samstundis kom rætturin til ta niðurstøðu, at hald kundi ikki leggjast á bátin, og hann fáa tey so útflýggjaðan aftur.

 

Tað var 17. september í 2014, at springarar vóru sæddir í Nólsoyarfirði. Bátar vóru skjótir hjá teimum, men avgjørt var at lata teir sleppa.

 

 

Les eisini: Sigldu í áttatalið ímillum springararnar

 

 

Sea Shepherd, sum var í landinum um tað mundi í samband við átakið, Operation Grindstop, var eisini hjá hvalunum, og tá ið hinir bátarnir so líðandi hvurvu, royndu umboðini fyri Sea Shepherd at reka hvalirnar út frá landi aftur.

 

Løgreglan fór eftir teimum og trý fólk á bátinum vórðu handtikin og samstundis varð hald lagt á bátin, tey høvdu brúkt.

 

 

Les eisini: Sea Shepherd loypti hvøkk á springararnar

 

 

Bara hendan eina av teimum trimum, sum vóru við bátinum, møttu í rættinum. Hinar báðar kvinnurnar, sum eru franskar, hava verið eftirlýstar, men við tað, at tað ikki hevur eydnast at fáa fatur á teimum, er heldur ikki eydnast at kunngera rættarmálið móti teimum.

 

Tì er sakin ímóti teimum báðum ikki viðgjørd á hesum sinni.