Tey fimm Sea Shepherd fólkini, sum løgreglan hevur tikið í sambandi við grindina í Bø, og grindina í Sandagerði í gjárkvøldið, verða leyslatin nú seinnapartin.
Men tey sleppa ikki av landinum fyribils, tí hald verður lagt á passini hjá teimum og enn er ongin avgerð um, nær tey skulu í rættin.
Andras Marr Poulsen, varapolitiinspektørur, sigur, at trý av fólkunum, sum vóru í grindini í Bø, eru avhoyrd, men enn eru tvey fólk eftir at avhoyra.
Tey verða øll skuldsett fyri at hava brotið grindalógina. Enn er ikki avgjørt akkurát, hvørjum lógargreinum í grindalógini, tey verða skuldsett eftir.
Men tey verða í øllum førum skuldsett eftir grein níggju í lógini, sum snýr seg um at tey ikki hava aktað boðini frá myndugleikunum.
Fýra fólk vórðu tikin í grindini í Bø, og ein maður varð tikin í grindini í Sandagerði.
Maðurin, sum varð tikin í Sandagerði seint í gjárkvøldið, er ein 23 ára gamal maður úr Luxemburg. Tey, sum vórðu tikin í Bø, eru ein 44 ára gomul, og ein 39 ára gomul kvinna, umframt tveir mans, 24 og 30 ára gamlir. Tey eru úr Belgia, av Korsika úr Suðurafrika og úr Italia.
Tvey onnur Sea Shepherd fólk eru skuldsett fyri at hava brotið grindalógina í grindini í Norðoyggjum, ein kvinna og ein maður. Kvinnan er avhoyrd, og hevur fingið passið aftur, tí so er einki grundarlag fyri at leggja hald á tað longur. Hon skuldi eisini av landinum nú.