Sea Shepherd feirar fyrsta sigurin

- Meðan føroyingar ikki vildu fara í bátarnar, tí veðrið var so vánaligt, bjargaðu djørv Sea Shepherd fólk 20 hvalum frá at verða slaktaðir, sigur Sea Shepherd.

Grindin, sum í tveimum førum varð sædd í Haraldssundi í gjár, fór aftur til havs, og tað hendi við hjálp frá felagsskapinum Sea Shepherd, sum sendi ein skjóttgangandi bát at reka grindina út av Haraldssundi.


Hetta hendi seinnapartin í gjár, eftir at sýslumaðurin og grindaformenn høvdu avtalað at bíða við at reka grindina til Hvannasunds, tí veðurlíkindini vóru so vánalig.

Og hendingin í gjár verður sum vera man brúkt í propagandakrígnum hja Sea Shepherd, sum feirar hendingina sum ein stórsigur.

Paul Watson, leiðari fyri felagsskapin, fegnast á sínum Facebook profili um, at tað eydnaðist djøvum fólk frá Sea Shepherd at bjarga einum flokki av grindahvalum frá at verða slaktaðir av føroyingum.

Meðan føroyingar bíðaðu eftir betri veðri til at fara avstað við bátum at reka grindina, trossaðu Sea Shepherd fólk truplu umstøðurnar og bjargaðu grindini, sigur Sea Shepherd.

Sea Shepherd brúktu skjóttgangandi bátarnar Thor og Mike Galesei í rakstrinum í gjár, og tey siga, at tey brúktu somu framferð at reka grindina, sum grindafólk í Føroyum vanliga gera.

- Grindin varð rikin langt til havs, og bátarnir komu trygt til lands aftur, sigur Sea Shepherd.

Llamya Essemlali, sum er ein av leiðarunum hjá Sea Shepherd, sigur, at tey fegnast stórliga um hendingina í gjár.

- Hetta er ikki ein sigur á føroyska fólkinum, hetta er ein sigur fyri grindahvalirnar, sigur Llamya Essemlali.

Sea Shepherd hevur í løtuni 70 fólk í Føroyum, sum hava til uppgávu at verja grindahvalir.