Sea Shephard ynskir at hoyra føroyingar

Eitt av skipunum hjá Sea Shephard, Brigitte Bardot, liggur nú á Havnini. Brigitte Bardot liggur við ískeiina har bæði løgregla, tollvald og almenna kringvarp okkara hava tosað við umboð fyri felagsskapin.

Peter Hammerstedt, sum hevur verið í Føroyum áður umboðandi Sea Shephard, førdi orðið fyri tey 12, sum manningin umborð á Brigitte Bardot telur. Hann sigur við Kringvarpið, at tey fara at virka innanfyri galdandi lóggávu og ynskja ikki at bróta nakra lóg.

Peter Hammerstedt greiðir frá, at tey hava filmslið frá Animal Planet við og at túrurin fyrst og fremst er gjørdur fyri teirra skyld. Í tí sambandi segði hann, at tey meta tað vera umráðandi, at føroyingar eisini verða hoyrdir, soleiðis at føroyski vinkulin eisini sleppur upp í part.

Á heimasíðuni hjá Sea Shephard er tónin hinvegin ikki heilt so mildur. Har verður gjørt greitt, at tað ikki nyttar at tosa við føroyingar um grindadráp, og at Sea Shephard fer at leggja seg í millum, um tað er neyðugt.

Bæði løgreglan og tollvaldið vóru og tóku í móti Sea Shephard, men tey ynsktu ikki at siga tað stóra við Kringvarpið.