SE & Hør journalistikkur og miseydnað tænastuveiting

Eftir at familja mín og eg eru hongd út í pressuni í allar besta slaturblaðstíli, kenni eg meg noyddan at skriva hesar reglur fyri at greiða frá samskiftis mistakinum hjá Atlantsflogi í Kastrup sunnudagin, sum skandalupressan annars hevur givið konu míni og mær skuldina fyri

Tað tykist púra greitt, at ein nýggjur stílur hevur tikið seg upp summa staðni innan journalistiska yrkið í Føroyum. Slaturblaðstílurin skal nú bjarga fjølmiðlum við reyðum tølum á botnlinjuni og onki er heilagt.

 

Hetta hevur kona mín merkt sviðan av, nú tað er sligið stórt upp á forsíðuni á bløðum, sum annars kalla seg seriøs, at hon valdi at fara í land aftur úr einum flogfari eftir niðrandi viðferð, sum hon ikki hevði ábyrgdina av. Harmiligt er tað, at øll familjan skal svíða fyri, at man er politikari í hesum landinum og sárandi er tað at merkja skaðafrøðina á forsíðuni á Dimmalætting og á kjaksíðunum hjá Norðlýsinum.

 

Skeiv kunning

Veruliga søgan er tann, at konan, 3 mdr. gamli Rani og eg sjálvur eftir tveir frídagar í Keypmannahavn sunnudag seinnapart skuldu til at innskriva okkum til kvøldflogfarið hjá Atlantsflog til Føroya. Tá uppdaga vit, at ferðaseðilin er útskrivaður til mánakvøld kl. 18.45 í staðin fyri til sunnukvøld, sum var ætlaður heimferðardagur. Vit skunda okkum til skrivstovuna hjá Atlantsflog í Kastrup, so tey kunnu rætta ferðaseðilin fyri okkum. Tað gera tey við einum kravi um, at vit rinda 1.200 krónur eyka. Fyri at vera púra vís í, at alt nú er í lagi, spyrja vit, um tað er vist, at sunnudagsflogfarið eisini fer úr Kastrup kl. 18.45, eins og upplýst er á okkara ferðaseðli um mándagsflogfarið. “Ja, tað er púra vist. Hetta er sama fráferð, bara sunnudag í staðin fyri mánadag”, svara tey handan diskin hjá Atlantsflogi í Kastrup.

 

Sjálvsagt velja vit at trúgva starvsfólkunum hjá flogfelagnum og seta ikki fleiri spurnartekin, tí nú byrjar vanliga stríðið, sum tú hevur, tá tú ert á einum flogvølli við einum smábarni. Ein stór blæa við kukki skal skiftast, meðan kuffertið skal innskrivast við eitt borð og barnavognurin latast inn í hinum endanum á terminalinum. So er tað trygdareftirlit, eitt blæuskift afturat og líka ein gáva, sum skuldi keypast heim við.

 

Men á veg inn í handilin klokkan 17.48 ringir telefonin: “Er tað John Johannessen? Hvat í verðini hugsar tú fyri tær? Her stendur eitt heilt flogfar og bíðar eftir tykkum”, eru boðini úr hinum endanum. Tað er Atlantsflog, sum hevur ringt. Vit skilja ikki heilt boðini, tí fyri lítlari løtu síðani hava vit fingið greitt at vita, at okkara flogfar fer ikki fyrr enn kl. 18.45 og júst komin upp í fráfaringarhøllina, hava vit enn ikki fingið stundir at hugt upp á nakra av kunningartalvunum. Men vit renna við sjógv á baki út ímóti flogfarinum.

 

Komin til flogfarið, verður kona mín skeldað út av einum starvsfólki framman fyri einum fullum flogfari av fólki fyri at hava gingið og hugnað sær við at keypa tollfrítt, meðan flogfarið hevur bíðað eftir henni. Ferðafólk fara at rópa eftir okkum, og tá kennir hon seg so mikið órættvíst viðfarna, at hon ikki hættar sær við hesum flogfarinum við einum nýføðingi og sjálvsagt fari eg í land aftan á henni.

 

Hendiligt mistak

Vit koma til ta niðurstøðu, at orsakað av skeivum upplýsingum frá flogfelagnum, eru vit komin í hesa óhepnu støðu. Eg ringi til flogfelagið, og løtu seinni eru vit innskrivað til eitt flogfar, sum skal fara til Føroya kl. 21.30. Bæði vit, leiðslan í Atlantsflogi og starvsfólkini vóru kedd um hendingina. Men tað eydnaðist kortini at sleppa heim til Føroya við einum flogfari, sum tíverri mátti standa nátt í Egilsstaðum orsakað av vánaligum veðri í Føroyum. Tó skal viðmerkjast, at tænastan, kunningin og viðferðin á hesum túri var serstakliga góð og professionell.

 

Síðani hendingina havi eg havt samband við leiðsluna í Atlantsflogi av tí stóra fjølmiðlaáhuganum kring hetta lítla mistakið. Bæði Atlantsflog og vit hava somu uppfatan av, hvat fór fram, og hvørgin hevur nakran áhuga í at gera nakað hóvasták burtur úr hesum hendiliga óhappi. Orsøkin til hvøssu viðmerkingarnar frá strongdu starvsfólkunum komu av, at tey stóðu við einum seinkaðum flogfari og vistu ikki, at vit vóru skeivt kunnað av flogfelagnum sjálvum. Ta støðuna skilja vit væl.

 

Óundirbygdar gølusøgur

Serstakliga harmiligt er tað tó, at ávísir fjølmiðlar royna at bryggja óundirbygdar gølusøgur við dulnevndum keldum, har teir brúka feitar yvirskriftir á forsíðuni, sum teirri í Dimmu: “ATLANTSFLOG NÓGV SEINKAÐ AV LØGTINGSLIMI.” Og løgið er tað, at Dimma inni í greinini sigur, at “tað eydnaðist ikki Dimmalætting at fáa fatur á John Johannessen fyri evstamark hjá blaðnum í dag”. Telefonin hjá mær hevur verið opin alla tíðina síðani vit lendu í Føroyum mánadagin fyrrapart, og her hevur Dimma ikki ringt.

 

Tað er harmiligt, at bæði makar og børn hjá politikarum skulu verða brúkt í slíkum óseriøsum royndum at selja fleiri bløð. Hetta rákið er serstakliga harmiligt, og vónandi læra fjølmiðlar og fólk annars at virða privatlívið hjá politikarum og familjum teirra.