Se&Hør biðjur orsaka

Se&Hør biður nú Mariann Poulsen orsaka, at blaðið í vikuni skrivaði, at hon smuglar rúsevni til Peter Lundin, tí hetta er ikki satt Danska vikublaðið, Se&Hør, skrivaði í vikuni, at føroyska Mariann Poulsen smuglar rúsevni inn til danska hópdrápsmannin Peter Lundin, sum Mariann Poulsen hevur havt nógv samband við.

 

Men nú avsannar blaðið hetta á heimasíðu síni.

 

Se&Hør biður á portali sínum Mariann Poulsen um umbering fyri eina grein, ið stendur í blaðnum hesa vikuna.

 

Se&Hør skrivar, at blaðið hevur eitt bræv frá Peter Lundin til Mariann Poulsen, har hann biður hava um at útvega sær rúsevni.

 

Blaðið hevur kortini eingi onnur prógv fyri sínum pástandi.

 

- Ud fra de oplysninger er der ikki belæg for at skrive, at Mariann Poulsen på nogen måde har smuglet for Lundin, skrivar Se&Hør.

 

Og víðari stendur at lesa á heimasíðuni hjá blaðnum:

 

- SE og HØR beklager og undskylder på det kraftigste over for Mariann Poulsen og hendes familie.