Scott: Álopsmistøkini kostaðu dýrt

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Annar av føroysku landsliðsvenjarin, Scott Harrington er fegin um avrikið hjá føroysku verjuni

Scott Harrington, sum er landsliðsvenjari saman við Andriasi F. Hansen hevði eitt sindur blandaðar kenslur aftaná tepra 19-21 (8-8) tapið hjá føroyska kvinnulandsliðnum ímóti Makedonia í HM-undankappingardystinum, sum var leiktur í høllini á Hálsi í Havn fyrr í kvøld.

 

Á plusssíðuni fegnast Scott Harrington um føroyska verjuspælið, og hann er eisini fegin um, at føroyska liðið var tendrað frá dystarbyrjan, og var væl við allan dystin.

 

Á minussíðuni eru tó álopsmistøkini, ikki minst tey brendu brotskøstini, og aðrir upplagdir málmøguleikar, sum ikki góvu mál. Málmøguleikar, sum kundu koppað dystin yvir til Føroyar.

 

- Hetta er eitt annað støðið, enn tað genturnar eru vanar við í dagligu kappingini, ásannar Scott Harrington, sum tó undirstrikar, at hann er stoltur av avrikinum hjá føroysku kvinnunum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði við Scott Harrington á Rás2.