Scorpions í Televarpinum

Leygarkvøldið og sunnukvøldið ber til at síggja ein spildurnýggja sending um Scorpions og Summar Festivalin á Rás 1 hjá Televarpinum.

Tíðindaskriv

Sendingin snýr seg um rockbólkin Scorpions og tær fyrireikingar, sum verða gjørdar til vitjanina hjá hjá teimum á Summar Festivalinum. Tosað verður við fyriskiparar og onnur, sjónbandaløg hjá Scorpions verða víst, og fólk kunnu eisini síggja framúrskarandi rockbólkin á palli.
Seinast í sendingini kunnger Summar Festivalurin ein spennandi bólk, sum skal spæla á festivalinum í ár.
Sendingin um Summar Festivalin kann síggjast á Rás 1 hjá Televarpinum leygarkvøldið 10. mars kl. 20.00 og 22.00 og sunnukvøldið 11. mars kl. 22.00.