Scorpions - 17 tær bestu

Fløguummæli: Scorpions-Best

Afturhvarv. Øll vita tað kanska ikki, men bólkurin Scorpions hevur heilt nógv ár á baki og er á hædd við bólkar sum The Rolling Stones hesum viðvíkjandi. Kanska vita heldur ikki øll, at bólkurin kemur úr Týsklandi.

Tað var í 1965, at nakrir vinmenn stovnaðu ein frítíðarbólk og nevndu hann Scorpions. Við vóru brøðurnir Rudolf og Michael Schenker og sangarin Klaus Meine. Fyrsta plátan kom í 1971. Síðani hendi mangt og hvat og spakuliga gekk framá í sjeytiárunum. Men manningin helt saman og náddu fleiri ferðir langt niðan á tindarnar, men í 1984 kom stóra brakið, Love at first Sting. Seinni, umleið 1990, skrivaði millum annað tann heimspolitiskt íblásti Winds of Change bólkin í søguna og rocksøguna.

Rudolf Schenker hevur við sín 30 ára stein(rock)varða sagt, at pápin lærdi hann, at ein skuldi takast við tað, einum dámdi best, og so var viðrák víst. Hann sigur, at teir hugsaðu ongantíð um peningin, bert at bólkurin skuldi teljast millum 30 teir bestu rockbólkarnar í heiminum. Tað er helst á góðari leið at siga, at hetta hava teir klárað.

Á hesi fløguni við 17 teimum bestu hjá Scorpions eru løg frá 1972 til 1999. Og tey eru øll har. 80ára ættarliðið kennir t.d. Rock you Like a Hurricane og Still Loving You. Tey eitt sindur eldri fáa sítt og tey yngru kunnu syngja saman við teimum eldru Winds of Change og Send Me an Angel.

Afturhvarv og eitt blað í rocksøguni - eitt av teimum drúgvu og haldgóðu.