Norðoya Sparikassi hevur fingið umleið 15.000 krónur inn í 25 oyrum og verður hetta latið Sclerosufelagnum, sum við hesum hevur savnað tilsamans 110.000 krónur í 25 oyrum Í samband við at 25 oyruni ikki longur kunnu brúkast, hevur Sclerosufelagið seinastu tíðina havt yvir 100 bússur standandi ymsastaðni runt alt landið. Peningurin, ið kom inn, verður brúktur til eina verkætlan, hvørs endamál er at finna heilivág til fólk við ólekiligu sjúkuni ? Multipel Sclerose.
Fólk hava latið síni 25 oyru í hesar bússur og samlaða upphæddin varð 95.000 krónur fyri allar Føroyar.
Norðoya Sparikassi hevur gjørt av at lata Sclerosufelagnum øll 60.000 25 oyruni, sum eru 15.000 krónur, ið komu inn í sparikassan. Tann samlaða upphæddin hjá felagnum kemur við hesum uppá heili 110.000 krónur, sigur Norðoya Sparikassi í tíðindaskrivi.