Science fiction

Heri Mohr
-----

Í oddagrein í Sosialinum nr. 66 skrivar blaðstjórin Eirikur Lindenskov, at ”tað eru sera áhugaverd sjónarmið, sum Uni Arge førir fram í tíðargrein her í blaðnum í dag.” Niðurstøðan hjá blaðstjóranum er, ”at í Føroyum verða flokkar ikki revsaðir fyri lyftisbrot.”
Tað ”áhugaverda” er ætlandi, at landsins leiðsla ongan kærleika hevur til landið, onga heildarhugsan hevur um Føroyar (Føroya fólk verður als ikki umrøtt), og at samgongan tykist at halda fast um sína arrogantu støðu.
Víst verður eisini á, at menningargongdin, sum byrjaði fyri 130 árum síðani, sampakkar ikki við valdið (her og nú), sum í rúsi verður brúkt til primitiv kvett, ið skulu fremja egingirndina, seráhugamálini og løtuvinningin. Eisini verður framhildið, at idealistarnir og tey intellektuellu í okkara landi sita uttan fyri ávirkan. Tað er tessvegna neyðugt, at tey andsfátøku í móruni verða stuðlað av teimum intellektuellu uttan fyri ávirkan, til tess at endurreisa viljan at virka fyri tjóðini. Aðramáta verður okkara lagna at sammeta við korruptiónina og klientelismuna, sum hevur forkomið mannsømiligum korum í Spania, Grikkalandi og Italia.
Hetta og annað úr somu skuffu má haldast at vera meira óhugnaligt enn ”sera áhugavert.” Tann gløggi blaðstjórin dugur sjálvandi at skilja ímillum veruleika og science fiction?

Í einum uppskoti til samtyktar frá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, samtyktu 18 løgtingslimir 20. apríl 2001, ”at stjórnarvald Føroya tekur í seinasta lagi tann 1. januar 2012 við valdinum á øllum málsøkjum….,
at dómstólar, kriminalforsorg, almannamál … fara undir føroyskt málsræði í seinasta lagi 1. januar 2006,
at tilbúgving og heilsumál fara undir føroyskt málsræði í seinasta lagi 1. januar 2008
at heildarveitingin skuldi lækka umleið 300 – 400 mió. kr. og Íleggingargrunnurin fyri Føroyar (sic!/hm) skuldi yvirtakast í seinasta lagi 1. januar 2002.”
etc, etc.
Lækkingin av blokkinum varð framd og tað stundisliga: 1. januar 2002 varð fíggingin til skúlaverkið skerd við 274 milliónum um árið og tann almenna forsorgin skerd við 92,4 milliónum eisini um árið, uttan tó at útvega landskassanum aðra fígging til skúlaverkið og forsorgina. Í farna 10-ára skeiði (02-11) hava nevndu málsøki mist 3,7 milliardir av lógfestari fígging.
Samstundis sum ríkisstjórnin lækkaði blokkin við 366,4 mió., gav landsstýrið stjórnini boð um at niðurbinda restblokkin – 615,5 mió. – soleiðis, at tann árliga dýrtíðarviðgerðin skuldi halda uppat í 5 ár. Tá ið avtornaði varð blokkurin ikki niðurbundin í 5, men í 10 ár, áðrenn landsstýrið í 2011 bað stjórnina loysa blokkin úr haftinum.

Tann nationalistiska epokan 1998-2003 setti so djúp og kostnaðarmikil spor í okkara lítla samfelag, sum kanska eingin hevði roknað við. Vit ”andsfátøku” gjørdust so við og við ørkymlað og ikki sørt bangin. Tað er nærliggjandi at spyrja, um hendan ørkymlingin er orsøkin til, at fólk rýmdu og rýma av landinum?
Í Russlandi var ein intellektuellur sjarlatanur, Torfim Lysenko (1898-1976), sum við politiskari hjálp fekk so stórt vald við støði í hansara heilaspuna um sjálvberandi búskap, at vanligt vit og skil varð skúgvað til viks. Hann, ella rættari sagt lysenkisman, varð hevjað til statsideologi, sum kom at kosta hesum risastóra landi dýrt, og stórt tal af fólki lótu lív orsakað av hesari ideologi um sjálvberandi búskap. Ikki fyrr enn Krusjtjov kom til valdið, varð ørvitisskapurin steðgaður.
Vit í Føroyum hava loysingarpolitikarar, sum í áravís hava terpað upp í saman um sjálvberandi búskap, sum skal verða lykilin til okkara Shangri-La.
80 ára gamli abbi okkara plagdi at siga við okkum børn, at vit skuldu spyrja, tá ið vit ikki vistu og eisini spyrja, tá ið vit vóru í iva: man tað vera satt, at nationalistisk indoktrinering verður framd av persónum í høgum almennum størvum og av lærarum í okkara skúlum? Skuldi spurningurin kanska verið settur í perspektiv av skikkaðum persónum?

Í 1937 skrivaði kendi rithøvundurin Albert Camus (1913-60) í sína dagbók: ”Hvørja ferð eg hoyri politikarar tala ella lesi tað, teir skriva, so ógvist eg, at eg í áravís ikki hoyri nakað menniskjansligt orð. Altíð tey somu orðini, tær somu lygnirnar. Og at fólk lata sær lynda og ikki vísa slíkar sjónleikaradukkur burtur, haldi eg er prógv um, at fólkið heldur, at hesi ráðandi eru týdningarleys, og at tey spæla, ja eg meini spæla, ein stóran part av teirra lívi.” Tað vóru júst politiskir lygnhálsar, sum sorlaði heimin í 1939-1945 við ófrásigandi mannalíðingum.

Aftur til oddagreinina. Hvat man blaðstjórin meina, tá ið hann byrjar greinina við at siga, at tað er sera áhugavert, at ”tey andsfátøku” (eisini kallað biddarar /hm) onki mótspæl hava, og at tey mugu lyftast úr móruni við intellektuellari hjálp? Og hvussu skal tað skiljast, at ”í Føroyum verða flokkar ikki revsaðir fyri lyftisbrot?” Áttu teir at fingið stóra bót ella fongsulsrevsing ella vístir av landinum?

Loysingarfólk kalla heildarveiting og annan almennan pening úr ríkiskassanum til landskassan - ikki sørt nonchalant og háðandi - fyri bidding. Eisini frá løgtingsins høga røðarapalli. Hetta er í sjálvum sær ræðandi.
Tað kundi verið áhugavert at vita, um loysingarfólk og loysingarpolitikarar eisini halda, at tann stóri studningurin (ikki lán) úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar til út- og umbygging av flogvøllinum og terminalinum vesturi í Vágum, eisini er bidding? Hesin grunnurin varð annars stovnaður av fólkatinginum í 1964, meðan Sjálvstýrislandsstýrið ráddi fyri borgum. (Í 1978 vísti ein veljarakanning, at bert 25% av tjóðveldisfloksins veljarum vildu hava loysing.) Grunnurin hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri útbygging av okkara samfelagi við stórum og krevjandi lánum, eitt nú til SEV, landskassan (landsvegakervið og berghol), telefonverkið, og mundi Atlantic Airways ikki eisini fáa lán úr grunninum? Og nú fleiri hundrað milliónir í studningi til nevndu útbygging av okkara flogvølli.
Hinvegin mugu vit ikki gloyma, at løgtingið, síðani føroyingar fingu heimastýri í 1948, hevur játtað milliardaupphædd til nógvar almennar grunnar við ymiskum endamálum, eitt nú: Vinnulánsgrunnin, Grunnin til endurnýggjan av fiskiskipaflotanum, Grunnin til ellis- og røktarheim, Veðhaldsgrunnin, Upphøggingargrunnin samanlagt einar 80 grunnar. Ikki ein av teimum er til. Teir eru allir farnir í søguna – og gloymskuna. Og trúgvið mær: um Íløgugrunnurin fyri Føroyar hevði verið yvirtikin í 2002, sum ætlanin var, hevði hann valla verið til í dag, og hvat skuldu vit so gjørt við flogvøllin?