Fyrrverandi actionhetjan, Arnold Schwarzenegger, gevst nú sum guvernørur í Kalifornia eftir átta ár á odda fyri statinum. Nú ætlar hann at verða grønur aktivistur. Hann var muskulsterka actionhetjan, sum giftist systkinabarni J. F. Kennedy og síðani reyk heilt til tops í amerikanskum politikki sum guvernørur í Kalifornia.
Nú er stundin so komin til at spæla við musklunum á ein annan hátt.
Arnold Schwarzenegger ætlar at halda fram á heimspallinum, har hann hevur gjørt eitt nýtt klimanetverk. Talan er um eitt samtak av regionalum leiðarum, sum allir hava kommittað seg til at stríðast fyri klimabroytingum. Samtakið nevnist G20.
63-ára gamli fráfarni guvernørurin er stigtakari og stovnari og traðkar soleiðis í karakter sum nýggjur og sjálvútróptur heimsleiðari í dystinum fyri klimabroytingum, skrivar enska blaðið The Guardian.
- Eg havi altíð gingið høggt upp í at gera tingini á heimsplani. Uttan mun til um talan hevur verið um fitness, bodybuilding, undirhald ella showbusiness, sigur Schwarzenegger við enska blaðið.
Hann fer inn í dystin við 40 árs royndum og altjóða kenslu. Hann er kendur frá fleiri høvuðsleiklutum í einari røð av Hollywood filmum, so sum Terminator, Commando og Total Recall.
Hann hevur heldur ikki heilt lagt fimskarieruna á hillina. Í fjør var hann við í The Expendables, sum var frumsýndur í august, og sum var eitt samstarv við Sylvester Stallone.
Fleiri miðlar hava endurgivið Arnold Schwarzenegger fyri at siga, at hann ikki avvísir, at hann aftur fer at spæla við í Hollywood filmum.










