Kosta hvat tað kosta vil, so vil týski venjarin hjá Real Madrid hava fatur á Ronaldo. – Fyri ein spælara, sum er somikið góður, mugu vit gjalda tað, sum er neyðugt. Sjálvandi veit eg, at Manchester United ikki vil sleppa spælaranum, tí ein slíkan letur tú ikki fara uttan víðari. Og tí má felagið bara gjalda so nógv, sum tað er neyðugt, fyri at at fáa fatur á honum. Samstundis ljóðar, at Real Madrid nú vil sleppa at tosa við Ronaldo sjálvan.