Schumacher gevst í Toyota

Týski Formil 1-koyrarin, Ralf Schumacher, gevst í felag sínum Toyota eftir hetta kappingarárið.

Hetta sigur hann á presónligu heimasíðu sínari. - Eftir trimum árum í Toyota eri eg klárur at møta nýggjum útfordringum. Næstu vikurnar fari eg at samráðast við onnur feløg, og so fáa vit at síggja, hvat tað endar við, sigur Schumacher. Schumacher hevur higartil koyrt 51 kappkoyringar fyri japanska felagið, men hann hevur enn til góðar at vinna sína fyrstu kapping fyri teir.