Undan valinum í Nordhrein -Westfalen spurdu summir týskarar, um Gerhard Schrøder, kanslari, mundi fara at leggja frá sær, um sosialdemokratarnir taptu valið. Teir taptu, men Schrøder fer ikki frá. Tvørturímóti vil hann hava val til samveldisdagin sum skjótast. Tað høvdu tey fægstu væntað, og sunnukvøldið søgdu politiskir eygleiðarar í Berlin, at avgerðin hjá kanslaranum var einki minni enn ein bumba. .
- Vit vilja framskunda valið eitt ár, so veljararnir kunnu taka støðu til, hvønn tey vilja hava at stýra Týsklandi, segði sosialdemokratiski floksformaðurin, Franz Múntefering, sunnukvøldið.
Formaðurin í tí størsta andstøðuflokkinum CDU, Angela Mærkel, var skjót at svara, at hennara flokkur er til reiðar at taka dystin upp við sosialdemokratarnar og Tey grønu um stjórnarvaldið.
Sum væntað
Úrslitið av landspartavalinum í Nordhrein-Westfalen kom ikki óvart á nakran, heldur ikki leiðsluna hjá sosialdemokratunum. Í 39 ár hevur flokkurin stýrt tí fólkaríkasta landspartinum í Týsklandi, men nú flyta umboð fyri CDU og Fríu Demokratarnar inn í stjórnarskrivstovurnar í landspartahøvuðsstaðnum Dússeldorf.
Úrslitið var greitt longu eina lítla løtu eftir, at valhølini lótu aftur, tí kanningar uttan fyri valhølini vístu, at sosialdemokratarnir høvdu fingið 37,5 prosent av atkvøðunum, meðan CDU hevði fingið 45 prosent. Tí kundi høvuðsvalevnið hjá CDU, Júrgen Rúttgers, takka veljarunum fyri álitið.
Eisini Angela Mærkel, floksformaður, var ovurfegin um úrslitið, tí tað ger, at hon hevur uppaftur betri møguleikar at taka við sum kanslari eftir valið til Samveldisdagin. Men politiskir eygleiðarar í Berlin siga kortini, at enn er ov tíðliga at siga, at Schrøder noyðist frá tá. Hann er tiltikin stríðsmaður og kann venda gongdini.
Stórur áhugi
Áhugin fyri landspartavalinum í Nordhrein-Westfalen var sera stórur. Ikki færri enn 1.400 tíðindafólk fylgdu við uppteljingini í tinghúsinum í Dússeldorf, og 31 sjónvarpsstrøðir sendu beinleiðis frá uppteljingini. Harumframt vóru ikki færri enn 35 útlendskar sjónvarpsstøðir umboðaðar í tingsalinum.
Týskland hevur álvarssamar búskaparliga trupulleikar at stríðast við, og arbeiðsloysið er tað størsta í 70 ár. Stjórnin hjá Schrøder hevur framt fleiri umskipanir í búskaparpolitikkinum tey bæði seinastu árini, men kortini eru umleið fimm milliónir týskarar ella 12 prosent av arbeiðsmegini arbeiðsleysir, skrivar Reutwers.










