Tað var nú ikki bara innihaldið, sum fekk Gerhard Schrøder at seta seg upp ímóti, at bókin "Endi kanslarans - tað seinasta skotið" kom út. Á permuni var ein mynd av einum manni, ið skuldi ímynda kanslaran í søguni, og sum í roynd og veru eisini líktist Gerhardi Schrøder rættiliga nógv.
Tað vildi kanslarin ikki góðtaka, og hann hevur nú fingið dómsvaldið at steðga útgávuni. Forlagið hevur tí verið noytt at taka bókina aftur, men sigur, at ætlanin er at geva bókina út við einari aðrari permu.
Í bókini verður ein týskur kanslari skotin uttan fyri jarnbreytastøðina í býnum Hannover. Høvundurin nevnir seg Reinhard Liebermann, men sambært BBC er tað ein týskur tíðindamaður, sum hevur skrivað bókina undir dulnevni.