Tað var tann tíð, tá endin á skúlaárinum varð markeraður við einum árskarakteri og so kanska ein kaffimunn til foreldrini. Men soleiðis er ikki í dag.
Nú minna nógvir skúlaendar um tað reina karneval, og meðan næmingarnir í Hoydølum í fleiri ár hava gjørt nógv burtur úr, millum annað við at steðga ferðsluni, so hava fólkaskúlarnir hildið seg eitt sindur meiri kúrrar. Men eisini tað er við at broytast.
Kommunuskúlin í Havn er ein teirra, sum gera nógv burtur úr. Myndamaðurin hjá Sosialinum var framvið í morgun og tók fleiri myndir av børnum, sum hugnaðu sær við at tveita vátar svampar eftir offrum í »gapistokki«, negldu seym, kappaðust í posarenning, kastispøl og andlitsmáling.
Jens Kristian Vang tók hesar myndirnar.