Scholes: FA Cup bjargar ikki kappingarárinum hjá United

Reyðhærdi skeptikarin heldur ikki, at teir hjá Manchester United skulu vera nøgdir við kappingarárið við FA Cup-sigri.

Talan hevur verið um eitt blandað kappingarár hjá sigursvanda Manchester United. Í Premier League endaði felagið, ið fyri fáum árum síðani var fastur fúsur í absolutta toppinum, á einum fimta plássi. Harafturat eydnaðist tað eiheldur felagnum at spæla seg víðari úr bólkaspælinum í Champions League.

 

Glottin í kappingarárinum hjá Manchester United hevur tó verið FA Cup, har fyrrverandi meistaraliðið hevur leikt seg í finaluna. 

 

Í sínari tíð sum leikari hjá Manchester United var Paul Scholes ein av mest avhildnu leikarum felagsins, men eftir, at hann legði gaggurnar á hyllina, er hann helst blivin mest kendur fyri sítt kjaftaslit um felagið, sum hann umboðaði alla sína yrkisleið.

 

Hann heldur ikki, at ein sigur í FA Cup bjargar kappingarárinum hjá Manchester United.

 

- FA Cup er ein fín kapping, men hon skal ikki raðfestast omanfyri Premier League og FA Cup. Vit fóru altíð eftir teimum stóru kappingunum (Premier League og Champions League), og ofta nýttu vit FA Cup til at spara leikarar til teir meira týdningarmiklu dystirnar, sigur Paul Scholes sambært Manchester Evening News.

 

FA Cup-finalan ímillum Manchester United og Crystal Palace byrjar klokkan 17.30 í dag. 6'arin vísir dystin á rás sínari.