Tað var lagt upp ein eina spennandi og avgerandi grannauppgerð í dag, men hon varð sum so einki fótbóltsupplivilsi. Bæði liðini høvdu trupult við at fáa spæli at hanga saman, meðan verjurnar tóktust til tíðir ótryggar.
Stemningurin á City of Manchester Stadium var fantastiskur og verðrið av tí allar besta.
Avgerðin kom ikki fyrr enn í 93. minutti, tá Paul Scholes hengisliga stútaði bóltin í málið, til stóra gleði fyri Manchester united viðhaldsfólkini, ið sótu beint aftanfyri.
Sigurin merkir at Manchester United framvegis er við í spælinum um enska meistaraheiti. Teir hava nú eitt stig færri enn Chelsea, ið skal spæla ímóti Tottenham í kvøld.
Premier League úrslit í dag:
Manchester City - Manchester United 0-1
Birmingham - Hull City 2-0
Blackburn Rovers - Everton 2-3
Fulham - Wolverhampton Wanderers 0-0
Stoke City - Bolton Wanderers 1-2
Sunderland - Burnley 2-1