Schmeichel reiggjar svørðinum

Fyrrverandi United málverjin, Peter Schmeichel, finst nú hvassliga at leikarunum í Manchester United. Teir hugsa ov lítið um tað, sum fer fram á vøllinum
Í samrøðu við blaðið Mail on Sunday sigur Schmeichel, at leikararnir hjá United hugsa meira um bilar, og hvør hevur tann størsta diamantin enn tað, sum hendir inni á vøllinum. Hetta síðsta átti sjálvandi altíð at ligið fremst í huganum hjá einum og hvørjum leikara.
Manchester United hevur ikki havt tað besta kappingarárið, og liðið er longu sligið út av Champions League, áðrenn farið verður undir finalurnar. Hetta er fyrstu ferð í eini níggju ár, at tað er hent.
Schmeichel er als ikki sannførdur um, at leikaratilfarið er nóg gott hjá einum stórum felag sum Manchester United. Hann vísir á, at Rooney er ein leikari í heimsflokki, men restin livir ikki upp til hetta støðið.
Schmeichel setir harumframt stórt spurnartekin við, um leikarar sum Ji-Sung Park og Christiano Ronaldo eru teir røttu leikararnir at bera felagið frameftir.
- Liðnum vantar persónligheit. Tað høvdu teir so sanniliga í Roy Keane, men tann einasti leikarin við persónligheit eins og Keane í dag er Rooney, sigur Schmeichel.
Danski málverjin, ið nú arbeiðir sum vertur hjá TV 3, finst eisini at Rio Ferdinand, sum bíðaði leingi, áðrenn hann vildi skriva undir nýggjan sáttmála við United.
- Rio Ferdinand hevur mist alla virðing í felagnum, tí at hann bert hugsar um sítt egna skinn. Uttan Rooney hevði liðið bert verið bleyt miðalvøra, sigur ein ikki sørt bersøgin Peter Schmeichel.