Pál Joensen verður ikki einsamallur føroyingur til Olympisku Leikirnar í London komandi ár. Schandorff Vang er nevniliga enn einaferð útnevndur at vera dómari og luttekur tískil eisini á leikunum í 2012.
– Útnevningin verður gjørd í dómaranevndini hjá altjóða felagsskapinum og góðkend av stjórnini. Tey útnevndu fáa síðan boð við brævið. Hetta verður vanliga gjørt umleið eitt ár, áðrenn OL verður. Hetta bræv fekk Schandorff í gjárkvøldið, upplýsir Bogaskjótisamband Føroya umvegis heimasíðuna.
Schandorff er ein av royndu altjóða dómarunum. Hann tók dómaraprógv í 1996 og hevur síðan tá verið dómari til nógvar stórar kappingar, so sum EM, HM, Word Cup, Paralympic og seinastu OL í Beijing, eins og hann hevur dømt fleiri stórar feltkappingar.