- Ja, so var mín seinasti arbeiðsdagur hjá politinum her. Eitt sindur undarlig kensla at siga farvæl við starvsfelagar, nú eg havi starvast her í skjótt 41 ár.
Soleiðis skrivar Schandorff Vang á sínari Facebook-síðu í dag, har hann eisini vísir á, at hann á degnum hevur fingið handað eitt 40 ára heiðursmerki frá danska løgmálaráðnum.
- Enn einaferð, takk fyri tíðina og samstarvið við góðum og sindur minni góðum løtum - og takk til tykkum, sum skipaðu fyri hugnaløtuni. Takk fyri talur og gávur.
At enda á sínari Facebook-síðu í dag leggur Schandorff Vang aftrat:
- Síggjast eitt ella annað stað.
Men, hóast Schandorff Vang nú gevst hjá løgregluni, ætlar hann sær ikki at sita hendur í favn, tí herfyri boðaði hann frá, at hann ikki er liðugur á arbeiðsmarknaðinum, tó at hann nú fer á pensjón sum løgreglumaður.
- Eg hugsaði at hava okkurt at takast við í eina tíð frameftir, sigur Schandorff Vang, sum nú fer í holt við sítt egna lítla firma, Allahandamaðurin, sum longu hevur fingið sína Facebook-síðu við sama navni.
Nú fyrrverandi løgreglumaðurin bjóðar sær eitt nú at gera tilbúgvingararbeiði - ætlanir av ymiskum slag fyri fyritøkur, stovnar, skúlar og onnur. Arbeiðið kann snúgva seg um eld, skaðatilburðir, rímingarleiðir, samlingstøð og ymiskt annað.
Men, Schandorff Vang bjóðar sær eisini at gera ymiskt annað, eitt nú málaraarbeiði og ymiskt timburarbeiði sum eitt nú træverk til garð, trýstspula grund, garð, tún, innkoyring, sláa grasplenu - ella hvat tað nú kann verða.
- Eg kann koyra vørur til viðskiftafólk, keypa inn og koyra til dyrnar. Endamálið hjá mær er at veita eina góða tænastu, har tørvur er, sigur fyrrverandi løgreglumaðurin, sum í dag hevði sín seinasta starvsdag hjá løgregluni.
##med2##