Ísbjørn leyp á tyrlu

Tað var ein aggressiv ísbjørn, sum fyrrapartin í dag gjørdi um seg nær Upernavík í Grønlandi.

Tað var ein aggressiv ísbjørn, sum fyrrapartin í dag gjørdi um seg við Sandersons Hope, nær Upernavík í Grønlandi. Ísbjørnin var til ampa bæði fyri ein flogskipara hjá Air Greenland og tvey starvsfólk hjá Telepost.

 

Tað upplýsir grønlendska løgreglan í einum tíðindaskrivi í dag.

 

- Ísbjørnin leyp á tyrluna, sum tíbetur bert fekk materiellar skaðar. Fólkini, sum vóru á staðnum, flýddu inn í eina smáttu, og haðani ringdu tey til løgregluna eftir hjálp.

 

Løgreglan fleyg í einari aðrari tyrlu til staðið, har tilburðurin fór fram. Tá løgreglan kom, helt ísbjørnin til beins, og mett varð, at hon ikki longur var til vanda fyri mannalív.

 

- Vit valdu tí heldur ikki at brúka okkara heimild at avlíva ísbjørnina, sigur løgreglan, sum tó heitir á borgarar í Upernavík-økinum um at ansa eftir hesi aggressivu ísbjørnini.