22 ára gamla Kristina Thede Johansen, sum lesur tónleik á Det Jyske Musikkonservatorium í Århus, er vi í Tórshavnar Big Band við saxofon síni. Hon er komin heim til Føroya at venja við orkestrinum og at spæla konsertirnar í Norðurlandahúsinum og Løkshøll í vikuskiftinum.
Kristina Thede Johansen var eisini við í konsertini, sum Tórshavnar Big Band spældi á mentanarnáttini í fjør, og hon fegnast um at vera við aftur í ár.
-Eg eri lesi klassiskan tónleik á tónlistaháskúlanum í Århus, so hetta er nakað heilt annað enn tað, sum eg geri í gerandisdegnum. Hetta er ikki tað slagi av tónleiki, sum eg spæli so ofta, men tað er bæði stuttligt og mennandi. Eisini er tað stuttligt at spæla tónleik saman við slíkum royndum tónleikarum sum teimum, ið eru við í orkestrinum, sigur hon.
Kristina Thede Johansen er 22 ár, og hon hevur spælt saksofon í 10 ár. Hon greiðir frá, at hon tilvildarliga fann sálarvin sín í saxofonini, tá bíðilistin til bæði klaver og guitar á musikkskúlanum ongan enda fekk.
-Eg lurtaði nógv eftir amerikonsku songkvinnuni Whitney Houston um tað mundið, og í navnframa sanginum “ I Will Always Love You” er eitt stórt stykki við saxofon spæli í. Hetta var við til, at eg vildi royna meg sum træblásara.
-Tað er umráðandi at finna sína egnu leið sum tónleikari, og serliga tá man spælir saxofon, sigur Kristina Thede Johansen, sum fer av landinum aftur mánadagin, tá konsertinar við Tórshavnar Big Bandi eru av á hesum sinni.
Umframt at vera við í Tórshavnar Big Band, er Kristina Thede Johansen við í hesum bólkunum:
Asynja Saxophone Quartet, sum vitjar í Føroyum í november
Trio Ovis, sum var í Føroyum og spældi í fjør,
Ensemble Sirius, sum vitjar í Føroyum í august
Duo Morsing og Thede.