Saxo Bank til Føroya

Danski íløgubankin, Saxo Bank fer 18. og 20. september at skipa fyri íløguskeiðum í Tórshavn og í Klaksvík.


Bankin er tann skjótast vaksandi av sínum slagi innan on-line handil yvir alnótina.

Saxo Bank hevur í løtuni viðskiftafólk í 115 londum.

Hetta er er ein íløgubanki og er tí ikki í kapping við føroyskar bankar um lánivirksemi. Í staðin hevur Saxo Bank tikið stig til samstarv við bankar kring allan heim um tillaging av handilspallum, so at teir kunnu bjóða on-line handils til síni viðskiftafólk.