Savnsvørður seldi fornlutir á Ebay

Ein franskur savnsvørður er dømdur sekur í at hava selt 666 ymiskar fornlutir hjá einum náttúrusavni í býnum Orléans.

Tað skrivar Travel and Leisure.

Meðan savnið var undir umbygging, tók savnsvørðurin ymsar fornlutir – serliga úr einum savni frá steinøldini – og seldi hesar smálutir á Ebay fyri lítið og lætt. Nógvir av lutunum fóru fyri hundrað ella tvey hundrað krónur, hóast virðið var mangt slíkt.

Tá ið ein keypari kravdi váttan fyri, at lutirnir vóru ektaðir, fór kavabólturin á rull, og løgreglan varð fráboðað.

Málið er nú uppklárað og avgreitt í rættinum, har maðurin fekk tríggjar mánaðir treytaða fongsulsrevsing og bót á 75.000 krónur. Maðurin hevði havt alment starv í 30 ár, og stuldurin av fornlutunum byrjaði, eftir at hann í 2013 varð skildur frá konuni. Eftir hetta fekk hann fíggjarligar trupulleikar, sum síðani førdu til óvanliga stuldurin.