Spurningurin um, hvør skal hava Fámara, sær ikki út til at fáa nakran enda, í hvussu so er ikki í hugaheiminum hjá mongum.
Og nú hava tey tikið stig til at savna inn undirskriftir kring alt landið til frama fyri Johan Kollafirði og Rakul Dalsgaard.
Fyrireikararnir siga í tíðindaskrivi, at higartil eru undirskriftir bara savnaðar í Suðuroy og á netinum.
- Men nú hava Fámarastuðlar, sum tey nevna seg, tikið stig til at leggja adressur kring alt landið, har fólk, sum vilja hava, at Johan í Kollafirði, skal verða verandi í Fámara, kunnu skriva undir.
- Ætlanin er, at undirskriftirnar skulu latast Jacob Vestergaard, landsstýrismanni í landbúnaðarmálum, siga fyrireikararnir.
Í áheitanini til landsstýrismannin stendur Johan í Kollafirðið hevur búð í Fámara í trý ár, har hann hevur ” víst í verki, at hann bæði hevur førleikar, vitan og áræði at dríva festið á ein skilagóðan hátt”, sum tað stendur
Tey, sum skriva undir stuðla honum sostatt ú í ”at menna eitt alternativt, landbúnaðar-, ferðavinnu og sosialt tilboð, sum enn er eindømi í Føroyum”.