Savna undirskriftir fyri fólkaatkvøðuni

Felagskapurin Hesuferð hevur sent ein teldupost út til fólk við einum brævi at senda víðari til løgmann. Í brævinum verður heitt á løgmann um at halda sítt lyfti um fólkaatkvøðu 26. mei

Fólk eru nú av álvara farin at óttast, at eingin fólkaatkvøða um fullveldisleist verður 26. mei, eins og landsstýrið hevur boðað frá.

Tí hevur felagsskapurin Hesuferð skrivað eina áheitan til løgmann um at halda lyfti sítt. Felagsskapurin hevur sent áheitanina í umfar við telduposti, har heitt verður á fólk um at seta navn undir og senda teldupostin víðari til løgmann.

Eisini heitir felagsskapurin á fólk um at senda teldupostin víðari til onnur, sum tey meta hava áhugað at stuðla tiltakinum.

Á hendan hátt roknar felagsskapurin við, at til ber at leggja nóg stórt trýst á løgmann, til at lógaruppskotið um fólkaatkvøðu 26. mei kemur fyri tingið í næstum.

Brævið til løgmann er millum annað soljóðandi:

»Seinastu dagarnar hava røddir verið frammi, ið vilja vera við, at landsstýrið ikki ætlar at halda síni lyfti um at útskriva hesa fólkaatkvøðu.

Vit eru nógvir føroyingar, ið ikki skilja, hví Føroya Landsstýrið nú drálar við at leggja málið fyri tingið.

Til tess at avsanna áðurnevndu røddir og geva Føroya fólki vissu fyri, at fólkaatkvøðan verður hildin, fari eg hervið at heita á tygum, Føroya Løgmann, um at fremja tað í verki, sum frá er boðað Føroya fólki, og sum eisini er borið út víða kring lond av heimspressuni.«

Á middegi í gjár hevði løgmansskrivstovan fingið 12 slíkar áheitanir frá navngivnum fólkum við teldupostinum. Fyrsti telduposturin kom mánakvøldið.