Savna pening til nýggja kirkju

Hoyvík: Í mong ár hevur verið tosað um bygging av eini kirkju í Hoyvík. Og nú er so av álvara komin gongd á hetta málið.

Í vikuni varð skriv sent út í húsini í høvuðsstaðnum við áheitan um at stuðla hesi bygging í eitt ávíst tíðarskeið.
Kirkjuráðið og bygginevndin hava sett seg í samband við fyritøkur og grunnar, og nú eisini til kirkjufólkið í Suðurstreymoy.
Grundarsteinurin varð lagdur 20. juni í fjør, og er sáttmálði skrivaður um reising og innilokan av kirkjuni. Gongur sum ætlað kann kirkjan verða vígd og tikin í nýtslu komandi ár.